- Vit fylgja neyvt við gongdini í Kringvarpinum, tí okkara limir skulu kenna seg tryggar í arbeiðsplássinum, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum.
Starvsmannafelagið varðar av teimum flestu tíðindafólkunum í Kringvarpinum. Tí fylgir formaðurin væl við tí, sum gongur fyri seg har. Liljan Weihe er ikki limur í Starvsmannafelagnum, men tað eru teir tríggir Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson, sum hava sent skriv til Kringvarpsstýrið har teir gera vart við sína ónøgd um ymisk viðurskifti á stovninum.
Súni Selfoss sigur, at hann ikki hevur øll skjøl í málinum, men um so er, at stjórin blandar seg upp í tað redaktionella á tíðindadeildini, so er tað sjálvandi ikki í lagið.
- Stjórin eigur ikki at blanda seg upp í, og tað skal hann heldur ikki, sigur Súni Selfoss.
Hann ger greitt, at hann fer at biðja um skjølini í málinum, sum viðvíka hansara limum.
- Tað er klárt, at vit standa aftanfyri okkara limir í hesum málinum og hjálpa teimum við øllum vit kunnu. Tí fari eg at biðja um skjølini og síðani taka støðu til, hvat Starvsmannafelagið skal gera í málinum, sigur Súni Selfoss í dag.
Teir tríggir journalistarnir, sum hava vent sær til Kringvarpsstýrið, hava fingið svar har stýrið ger greitt, at tey stuðla stjóranum. Tað er tó lítil ivi um, at síðsta orðið ikki er sagt í hesum málinum enn.