Orrusta í KVF: Journalistar kært uppsøgnina til stýrið

Journalistar heita nú á Kringvarpsstýrið um at blanda seg uppí

Liljan Weihe fekk í farnu viku eitt ætlanarskriv um uppsøgn, sum kom í kjalarvørrinum av temanum í VikuskiftisSosialinum 24. november. Í tí stóð millum annað, at journalistar høvdu vent sær til Kringvarpsstýrið orsaka av ógegni hjá Johnny í Grótinum í skattamálinum og áhaldandi uppíblanding hansara í tíðindaflutningin. Les tað, sum stóð í VikuskiftisSosialinum, við at trýsta á her.

 

 

Liljan Weihe hevur 14 dagar at svara. Men tað letur til, at tað ikki einans verður Liljan Weihe, sum svarar upp á ætlanirnar hjá stjóranum, Johnny í Grótinum. Tí í kvøld frættir Miðlahúsið, at tríggir starvsfelagar hjá Liljuni Weihe skrivliga hava vent sær til stýrið um vikuskiftið.

 

 

 

Teir eru Jan Lamhauge, Rógvi Olavson og Rólant Waag Dam og Miðlahúsið skilur, at fleiri skriv frá øðrum journalistum eru ávegis til Kringvarpsstýrið.

Skrivini skulu síggjast sum mótmæli av ætlanunum um at siga Liljan Weihe, tíðindaleiðara, úr starvi. Enn er ætlanarskriv hennara ikki alment, men vit vita so mikið sum, at orsøkin til uppsøgnina er ”illloyalitetur, sum er komin til sjóndar seinastu tíðina".

 

 

 

Meðan okkurt av skrivunum frá journalistunum í Kringvarpinum er ein beinleiðis kæra av stjóranum, so eru øll trý skrivini ein áheitan á Kringvarpsstýrið um at blanda seg upp í málið um Liljuna Weihe.