Íslendski vinnulívsmaðurin, sum á sinni keypti føroysku laksakvoturnar, verður millum røðararnar á á TransAtlantic Climate Conference Orri Vigfússon gjørdist kendur, tá hann keypti upp laksakvotur í Føroyum og londunum kring Norðuratlandshavið fyri at steðga fiskimonnum í at oyða laksastovnin.
Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður sagt, at íslendsku vøtnini i dag eru á tremur við laksi og Vigfússon hevur slóða fyri einum nýggjum vinnutátti í Íslandi, sum byggir á burðadygga gagnnýtslu av tilfeingi úr havinum. Vigfússon dugdi at síggja møguleikar í eini truplari støðu og vendi teir til ein vinnuligan fyrimun, samstundis sum hann bjargaði laksinum. Tað er m.a. slíkt TransAtlantic Climate Conference fer at seta fokus á - nevniliga teir møguleikar, sum standast í kjalarvørrinum á hóttanini av veðurlagsbroytingunum. Á ráðstevnuni fer Orri at tosa um, hvussu vit kunnu gera umhvørvið í norður atlantshøvum til eina fyrimynd innan lívfrøðiligt fjølbroytni og burðardygga menning. Fleiri nýggj føroysk hugskot innan grøna tøkni verða borin fram, og ráðstevnan fer at geva íblástur til nýggjar vinnuhættir.