Í gjárkvøldið tók løgreglan ein mann fyri at gera seg inn á løgreglufólk. Tað hendi tá ið tvey løgreglufólk vóru farin í eitt grannalag í Havnini at tosa við nøkur fólk um ymiskt. Men løgreglan sigur, at tá kom ein maður uppí at órógva. Maðurin hevði annars einki við málið at gera, men hann vildi ikki flyta seg burtur, hóast hann var biðin um tað.
Tvørturímóti helt hann fram at blanda seg upp í, og endin var, at hann varð handtikin og hevur ligið í brummuni í nátt. Og tá ið hann fer av løgreglustøðini aftur verður tað við eini skuldseting um at órógva løgregluna og eini skuldseting um harðskap ímóti løgreglufólkum.
Á miðdegi í gjár tók løgreglan eisini ein bilførara í Eysturoynni fyri at rúsdrekkakoyring og í Suðuroy fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 108 kilometrar um tíman í óbygdum øki, har tað er loyvt at koyra 80.
Løgreglan mátti eisini í eini hús seint í gjárkvøldið at biðja tey skrúva musikkin fyri, tí grannarnir fingu ikki náttarfrið og fingu ikki sovið.