Hetta var, meðan elveitingin var burtur um stóran part av landinum. Løgreglan fekk onkra fráboða um, at ljósini lýstu eitt sindur ymiskt í tunlunum.
Fólk, sum høvdu koyrt gjøgnum Norðoyatunnilin, søgdu, at ljósini vóru bjartari enn vanligt í øðrum endanum.
- Síðan var myrkt inni á miðjuni í tunlinum, og so lýstu ljósini vanligt aftur í hinum endanum, visti vaktleiðarin í morgun at siga.
Líknandi fráboðanir fekk løgreglan eisini frá fólki, sum høvdu koyrt gjøgnum Vágatunnilin. Eftir øllum at døma var okkurt órógv á ljósskipanini.
- Men, trupulleikarnir vóru tó ikki størri enn so, at ferðslan í báðum tunlunum gekk, sum hon skuldi, legði vaktleiðarin aftrat.