Órógv í Manchester City: Lyklaspælari til Bayern

Premier League: Tað er órógv í hópinum hjá Pep Guardiola, sum leigað lyklaspælara út til Bayern Munchen

Manchester City hevur púra óvæntað útleigað lyklaspælaran, João Cancelo, til Bayern Munchen. Orsøkin er sambært bretskum fjølmiðlum sum Sky Sports, at porgugisiski bakkurin hevur verið í hornatøkum við venjaran, Pep Guardiola.

 

Skiftið gevur ongan ítróttarliga meining - og tó -, tí João Cancelo hevur verið millum teir bestu spælararnar hjá Manchester City, sum stríðist fyri at renna aftaná Arsenal í Premier League, og hevur eitt høvðusmál um at vinna Champions League.

 

Síðani HM-endaspælið í Katar hava avrikini hjá João Cancelo verið misjøvn, og Pep Guardiola hevur sett hann á bonkin. Søgan sigur, at João Cancelo bleiv í øðini, tá hann fann útav, at hann ikki skuldi byrja inni móti Arsenal í FA Cup kappingini.

 

28 ára gamli João Cancelo skifti til Manchester City frá Juventus í 2019 og hevur verið teimum góður. Talan er í fyrsta lagi um ein leigusáttmála upp á eitt hálvt ár, og síðani kann Bayern Munchen keypa bakkin fyri áleið 500 milliónir krónur í summar.

 

1Arsenal19162145:1650
2Manchester City20143353:2045
3Newcastle20109133:1139
4Manchester Utd20123532:2539
5Tottenham21113740:3136
6Brighton1994637:2731
7Fulham2194832:3031
8Brentford2079432:2830
9Liverpool1985634:2529
10Chelsea2085722:2129
11Aston Villa2084823:2728
12Crystal Palace2066818:2724
13Nottingham F.2056916:3521
14Leicester20531228:3518
15Leeds1946926:3318
16West Ham20531217:2518
17Wolves20451112:3017
18Bournemouth20451119:4217
19Everton20361115:2815
20Southampton20431317:3515