Kappróður
Í kapping við Havnarbátin vann Ormuri Langi tíggjumannafarsróðurin, sum fyri Knørrafelagið gjørdist heilt søguligur.
Talan var nevnliga um fyrstu ferð yvirhøvur, at felagið hevði 10-mannafar við í FM-kapping, og tí var lagið sum vera man gott, tá vit tosaðu við Leiv Johannesen, sum er ein av teimum, sum sitir við bekkirnar á bláa Orminum.
Glett seg í 10 mánaðir
- Hetta er nakað, sum vit hava glett okkum til, líka síðani felagið tók avgerð um, at tíggjumannafarið skuldi byggjast. Longu í fjør heyst var báturin at kalla mannaður, og flestu menninir hava vant síðani september mánað, sigur Leivur Johannesen.
- Byrjanin varð tó nakað órógvað. Báturin var nóg so seint liðugur, men tað eydnaðist okkum tíbetur at læna Nólsoyingin, sum ikki er mannaður í ár, so vit eisini kundu venja nógv í bátinum.
Men kann tað ikki órógva nakað, tá báturin, sum vant verður í, ikki er tann sami, sum tit skulu rógva í?
- Kanska eitt sindur. Hinvegin er tað Sámal Hansen, sum hevur bygt báðar, og hann sigur, at mátini eru neyvt tey somu. Men sjálvandi eru allir bátar ymiskir kortini.
Hugsa bert um seg sjálvar
Eitt annað, sum uttan iva eisini hevur órógvað nakað, er, at tað leingi var líkt til, at 10-mannafarsróðurin varð av ongum í ár. Hetta tí Ormurin Langi í drúgva tíð tóktist vera einasti báturin, sum varð mannaður.
- Tað var sjálvandi lítið hugaligt, men tað fingu vit sum so ikki gjørt tað stóra við. Vit máttu fyrst og fremst halda gongd í okkara egnu fyrireikingum. Og so roknaðu vit bara við, at aðrir bátar kortini teknaðu seg til. Og tað gjørdu teir so tíbetur.
- Og nú kundu vit so tíbetur heysta ágóðan av hesum. Tí tað var sjálvandi ein stór løta, tá vit fóru fyrstir um málið. sigur Leivur.
Spennandi róðrarár
Hóast tað enn bert eru tveir bátar við í 10-mannafarsróðrinum, so ivast Leivur Johannesen ikki í, at talan verður um sera harða kapping við Havnarbátin í ár.
- Folkið, sum er umborð á Havnarbátinum, eru alt rógvarar við nógvum royndum, so vit ivast ikki í, at teir fara at geva okkum knallharða kapping.
Men hesa ferð vóru tit alla tíðina á odda. Kendist tað, sum høvdu tit tamarhald á?
- Nei. Vit fingu eina góða byrjan, og tað er sjálvandi ein fyrimunur. Men vit lógu somikið nær hvørjum øðrum, at vit alla tíðina sóu, at teir royndu at trýsta okkum, so talan gjørdist um sera intensan róður. Hartil var hetta eisini fyrsti róðurin, og tí kennir tú slettis einki til hinar bátarnar. Um teir hava ein góðan endaspurt, ella um teir hava nøkur serstøk petti av teininum, har teir rógva væl. Tí máttu vit bara alla tíðina geva alt tað, sum vit høvdu í okkum.
- Og talan verður jú heldur ikki um somu róðrar aftur. Næstu ferð er málið 2.000 metrar, og so koma 1.000-metrarnir. Alt hetta setir ymisk krøv til okkum, so vit kunnu á ongan hátt taka okkum av løttum. Stendur taðtil okkum, so vinna vit sjálvandi eisini hesar, men tað sleppa vit so neyvan at avgera einsmallir, sigur Leivur Johannesen.