Tað var tætt, skiftandi og spennandi, tá ið punktum varð sett fyri kappróðurin á norðoyastevnu.
Ormurin Langi var fyrstur á mál, og sigurin var sannførandi. Tann blái báturin úr høvuðsstaðnum vann sannførandi sigur. Hann var tað mesta av einari bátslongd undan tveimum teimum næstu, tá ið teir fóru um málið.
Sammett við nógv av undanfarnu árunum tykist tað í ár fara at vera kapping millum fleiri bátar um sigrarnar.
Starturin hjá Klaksvíkingi var ikki góður, men tá ið starturin var gott og væl av, stakk Klaksvíkingur seg framum. Framvið Kósabrúnni vísti Ormurin Langi seg at vera tann stinnasta, og hann vann seg eina bátslongd framum teir báðar næstu.
Suðuroyingur var eisini stinnur og tók Klaksvíking.
Í endaspurtinum royndu hesir báðir at vinna seg inn aftur á Ormin Langa, men tað eydnaðist ikki.
Ormurin Langi vann, og Klaksvíkingur var akkurát frammanfyri Suðuroying í stríðnum um næstfremsta plássið.
Drekin Reyði og Havnarbáturin vóru væl aftari. Argjamenn umborð á Drekanum Reyða vunnu kappingina ímóti havnarmonnum um at sleppa undan aftasta plássinum
1 Ormurin Langi 04.30.27
2 Klaksvíkingur 04.32.24
3 Suðuroyingur 04.33.22
4 Drekin Reyði 04.41.14
5 Havnarbáturin 04.42.35