Tað var eingin slingur í hjá teimum umborð á 10-mannafarinum hjá Knørra felagnum, tá ið triði FM róðurin var á skránni á Jóansøku í Vági.
Eftir róðurin í Hósvík fyri einari viku síðani, tá ið Havnarbáturin vann, var stórur spenningur undan róðrinum á 1000 metrum á Vágsfirði.
Spurningurin var, um Havnarbáturin, sum er Klaksvíkingur í havnarlitum og við drekastevni, fór at megna at endurtaka sigurin í Sundalagnum. Tað megnaði hann als ikki.
Sum pílur úr einum væl spentum boga sprakk Ormurin avstað, og hóast teir á Havnarbátinum hingu uppií, og hóast tað ongantíð slitnaði sundur, og hóast onkra væl meinta roynd at bjóða av aftur, so var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna.
Teir umborð á Orminum tóku dyggiliga á og vístu sannførandi avrik.
Á málinum var munurin ein bátslongd, og tá var eingin endi á, hvussu manningin umborð á Orminum og øll hini Knørra fólkini, sum eru á Jóansøku, fegnaðust um søta sigurin.
Ormurin Langi, sum er Vágbingur við navnabroyting, og Nólsoyingur vóru hesa ferð við í kappingini. Tað er tó kanska nakað nógv sagt, at teir vóru við í kappingini, tí Ormurin Langi var meiri enn 21 sekund aftanfyri Havnarbátin - eftir 1000 metra róður! - og Nólsoyingurin var meiri enn níggju sekund aftanfyri Ormin Langa!
1 Ormurin 04:18.10
2 Havnarbáturin 04:21.04
3 Ormurin Langi (VK) 04:42.08
4 Nólsoyingurin 04:51.23
1 Ormurin 20
2 Havnarbáturin 19
3 Ormurin Langi (VK) 5
4 Nólsoyingurin 4