Ormurin Langi varð kløkkaður

10-mannafør: Havnarbáturin gav favorittunum ein skarpan gang á norðoyastevnu

Í Vikuskiftissosialinum varð gjørt burtur úr kappróðrinum í sambandi við, at fyrsti FM róðurin er á norðoyastevnu. Tá varð undirstrikað frá fleiri síðum, at tað neyvan ella rættari als ikki varð roknað við, at tað fór at vera nøkur kapping, tá ið 10-mannaførini fóru at rógva.

Einasti avbjóðarin hjá royndu FM manningini umborð á Orminum Langa var Havnarbáturin, sum var mannaður við blaðungum monnum. Summir hava ongantíð roynt seg í kappróðri áður.

Havnarbáturin vann sær beinanvegin leiðslu, men á 1000 metra teininum slitnaði tað ongantíð sundur, og á seinna partinum av 1000 metra teininum varð tað heilt spennandi, og tað var ikki fyrr enn í síðstu tøkunum, at tað varð heilt greitt, at Ormurin Langi fór at vinna.

 Tað varð roknað við, at talan fór at verða um uppvísningsróður hjá Orminum Langa, og at talan fór als ikki at verða um kappróður. Á norðoyastevnu var kappróður millum 10-mannaførini, og gongdin í dag vísti, at tað er væl hugsandi, at tað eisini næstu ferðirnar fer at verða kappróður.

  

1 Ormurin Langi                04.45.04

2 Havnarbáturin                04.47.40