Endin á 2016 róðrarárinum var so góð reklama fyri kappróðurin, sum tað ber til at ímynda sær.
Ormurin Langi endurtók sigurin frá fjarðastevnu í Vestmanna. Aftur hesa ferð var tað so tætt og spennandi, sum tað kann vera. Tað einasta, sum toluliga skjótt varð víst, var, at meistarabáturin Eysturoyingur ikki megnaði at vera við í kappingini um sigurin á ólavsøku. Eysturoyingur gleið heilt skjótt eina hálva bátslongd aftur um hinar, og tann munin megnaði hann ongantíð at vinna aftur.
Millum hinar tríggjar bátarnar – allir úr høvuðsstaðnum – var kappingin fantastiska spennandi. Tað stóð stavn um stavn mest sum allan vegin. Onkra løtu sá tað út til, at Drekin Reyði var fremstur, onkra løtu var Havnarbáturin fremstur, og tað varð lagt upp til, at tað fór at eydnast Havnarbátinum at vinna. Hann var annars einasti báturin, sum ikki hevði vunnið í ár.
Men so var tað, at Ormurin Langi við framúr endaspurti legði seg framum avbjóðararnar, og tá ið hann fór um málið, var tað ein hálvur skutur aftur til tann næsta.
1. 1 Ormurin Langi 04:11:19
2. 2 Havnarbáturin 04:12:02
3. 3 Drekin Reyði 04:12:19
4. 4 Eysturoyingur 04:14:11
FM-støðan
1. 1 Eysturoyingur 44 stig
2. 2 Ormurin Langi 38 stig
3. 3 Havnarbáturin 37 stig
4. 4 Drekin Reyði 36 stig
5. 5 Suðuroyingur 3 stig