Ormurin avlýsti kappróðurin

10-mannafør: Í dag megnaði Havnarbáturin ikki at geva favorittunum kapping

Tað var púra óvæntað, tá ið Havnarbáturin við óroyndari manning fyri einari viku síðani megnaði at bjóða sigursvandu veteranunum á Orminum Langa av. So stór var kappingin á norðoyastevnu, at tað var heilt spennandi heilt inn á málið.

Í dag var heilt øðrvísi. Lítla lágættarlotið var kanska størri avbjóðing, enn tað var hjá tyngru manningini á Orminum Langa.

Ormurin Langi leyp avstað og var skjótt eina hálva bátslongd frammanfyri og so eina bátslongd á odda. Og fram ímóti málinum øktist munurin so mikið nógv, at hann á málinum var nærri trimum enn tveimum bátslongdum.

 

1 Ormurin Langi                04:39:25

2 Havnarbáturin                04:46:30