Ormur í sjokulátu

Ein 30 ára gamal norðmaður, Magnus Aarbakke úr Haugesund, gjørdist rættiliga illa við, tá hann herfyri keypti sjokulátu í einum handli í grannalagnum, har hann býr.

- Eg læt pakkan upp og fekk mær úr honum. Meðan eg tugdi, sá eg eina larvu krúpa út úr einum øðrum petti, sum lá eftir í pakkanum. Tá eg hugdi nærri, sá eg eisini okkurt sum líktist spinnuvevi.

Tað sigur hann við norska Dagbladet.

Magnus Aarbakke spýtti út tað, hann hevði í munninum, tí hann bar ótta fyri, at kanska var ein larva eisini í hesum pettinum.

- Eg trúgvi ikki, at eg í fyrstu syfti velji hetta slagið av sjokulátu aftur. Tað verður helst okkurt annað slag, leggur hann aftrat.

Samskiftisstjórin í Nidar, sum seldi sjokulátuna, Roberg Rønning, sigur við norska Dagbladet, at hann er sera harmur um hendingina og leggur aftrat, at slíkt skal ikki koma fyri.