Orkuverkfrøðisútbúgving frá sumri í 2015

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðu við Boga Bech Jensen, professara á Fróðskaparsetri Føroya

Á sumri 2015 byrjar nýggj spennandi útbúgving á Fróðskaparsetri Føroya. Talan verður um eina orkuverkfrøðisútbúgving.

 

Á tiltakinum "Markleys Útbúgving" kemur Bogi Bech Jensen at greiða áhugaðum frá nýggju útbúgvingini. Bogi kemur eisini at hava eitt innlegg í Skálanum í Norðurlandahúsinum um sína egnu útbúgvingarleið. Hetta verður undir heitinum "Frá dekkara til professara", har hann fer at koma við góðum ráðum til tey, sum ætla sær undir eina útbúgving.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Boga Bech Jensen greiða frá.