Orkustevna á triðja sinni

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr fyrireikaran, Ólav í Geil greiða frá Orkustevnuni 2015

Komandi fríggjadag byrjar tann triðja orkustevnan. "Orkustevnan 2015" verður í høllini á Hálsi í Havn.

 


Endamálið við Orkustevnuni er at kunna um orkumál og at økja um vinnuvirksemi innan hesa vinnu. Orkustevnan savnar stovnar og fyritøkur á einum stað, har upplýst verður um møguleikarnar innan orkuloysnir – til dømis grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur.  

 

 

Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orku viðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum. Tískil bjóðar Orkustevnan besta  og størsta vitanar- og framsýningardepil innan orkumál.Orkustevnan verður í tveir dagar íroknað ein  vikuskiftisdag. Ókeypis atgongd er fyri almenninginum, tí er sannlíkt at vitjanunartalið verður høgt.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Ólav í Geil, fyrireikara greiða frá.