Orkusparandi og lætt at byggja

LÝSINGARTILFAR


Fyritøkan Farhouse umboðar Magu byggiskipanina, har tú kanst byggja húsini í fyrsta orkuflokki, eisini rópt Passivhús. Við Magu eru húsini so væl bjálvað, at tørvurin á orku avmarkaður.

Í hesum døgum tá oljuprísirnir áhaldandi hækka, eru øll áhuga í at spara so nógva olju sum møguligt. Men tey vita kanska ikki hvussu. Magu byggiskipanin er ein góð loysn til henda trupulleika.

Við 2008 orkuprísum skal ein tildømis einans gjalda millum trý og fimm túsund krónur at hita húsini upp. Hetta uttan at húsini verða dýrari at byggja enn vanlig føroysk hús.

Í dag tosa øll um at verja umhvørvið, og við Magu byggiskipanini sparir ein ikki bara pening, men minkar eisini samstundis um dálkingina, tí CO2 útlátið verður minni. Og

Magu kann ikki einans brúkast til nýggja húsabygging, men eisini til eftirbjálving av eldri húsum og bygningum. Og tá hugsað verður um høga oljuprísin er hetta ein sera skilagóð íløga, sum skjótt verður spard inn aftur.

Tildømis kunnu tómir betonkjallarar klæðast innanifrá við Magubjálvingini, og síðani kunnu tildømis gipsplátir lættliga límast uppá. Hetta kann spara fólki nógvar pengar, tí betonkjallararnir eru nógv størri orkuslúkar, enn tey flestu halda.


Verðins lættasta byggiskipan

Maguskipanin er ikki einans orkusparandi og umhvørvisvinarlig, hon er eisini sera løtt at fáast við. Skipanin kann samanberast við legobrikkar, har byggisteinarnir passa saman. Tá hvør steinur er 120 sentimetrar langur og 30 sentimetrar høgur, er lætt at ímynda sær, at talan er um lætta og skjóta bygging.

Magu byggiskipanin hóskar tískil bæði til tann professionella hondverkaran og sjálv-byggjaran. Tá blokkarnar eru bygdir upp til eina hædd, verður beton fylt í.

Við Magu byggiskipanin verður húsið bygt við stórum blokkum av Styropor (flamingo). Hesir blokkar virka sum ein forskalling av tí betongi, sum verður fylt í. Styropor hevur sera góð bjálvingarevni, og tí kann ein 40 sentimetra tjúkkur múrur er nóg mikið til eini lágorku – ella passiv – hús.

Maguskipanin er væl egnað til vanligt føroyskt byggisnið, men er serliga væl egnað til nýggja minimalistiska stílin. Skipanin hevur verið brúkt í Týsklandi í meira enn 30 ár, og seinastu árini eru byggiskipanin vorðin alsamt meira væl umtøkt í USA. Fyri fáum árum síðani hevði Magu skipanin eitt prosent av marknaðinum av nýggjum húsum í USA, og í dag er marknaðarparturin øktur til ein tjúgundapart.

Farhouse hevur bás nummar 20 á Byggimessuni, har fólk hava høvi at síggja dømir um hvussu Magu byggiskipanin virkar.


Myndatekstur:

Eitt danskt par vísir á heimasíðu, www.flamingohuset.dk hvussu lætt og skjótt tað er at byggja eini hús við Magu byggiskipanini


Dorit Hansen