Orkuskiftið er avgerandi fyri vinnuna

Evropiski marknaðurin setur krøv til føroyskar fyritøkur at arbeiða burðardygt

– Vinnan merkir krøv uttanífrá. Serliga eru tað útlendskir marknaðir í ES sum seta krøv til fyritøkur um, at tær skulu arbeiða burðardygt. Tær skulu tryggja at framleiðslan er burðardygg, og hetta umfatar eisini útlátið 

Tað segði Súsana Berg úr Vinnuhúsinum millum annað í framløgu síni, sum hon hevði á ráðstevnuni Varandi heimur í gjár.

– Føroyskar fyritøkur, sum flyta út til evropiska marknaðin, bæði vørur og tænastur, merkja hesi krøvini. Tey fáa krøv frá samstarvsfeløgum, frá myndugleikum, og frá íleggjarum, segði hon

##med2##

Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra framløguna hjá Súsonnu Berg úr Vinnuhúsinum.

Ráðstevnan Varandi Heimur í høllini á Giljanesi heldur fram í dag.