Runavíkar kommuna skrivar, at miðvikudagin varð tað hátíðarhildið í býráðssalinum á Glyvrum, at ein nýggj skipan nú hitar Glyvra skúla og býráðssalin. Áðrenn nýggja skipanin varð tikin í nýtslu, fluttu borgarstjórin, landsstýrisfólkini Høgni Hoydal og Margit Stórá og Niels Christian Nolsøe, stjóri í Jarðfeingi, fram røður. Orsøkin var, at eitt einstakt borihol nú hitar skúlan og byráðssalin heldur enn miðstøðuhiti rikin við olju. Hetta er fyrsta verkætlanin av júst hesum slagnum í Føroyum.
Jarðfeingi hevur við boringum kannað hitan nógvar staðir kring landið, og táið hesar kanningar vístu, at undirgrundin á Glyvrum er heitari enn flestu staðni í landinum, vendi stovnurin sær til Runavíkar kommunu við fyrispurningi, um kommunan var áhugað fyri at vera partur av kanningum í økinum. Játtað var alt fyri eitt, og burturúr trimum boringum varð rakt við eina keldu við vatni, har ið hitin lá um áleið 23-24 hitastig. Á løgtingsfíggjarlógini var peningur settur av til tess at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini. Hendan verkætlanin fekk stuðul burturav hesari játtan, meðan kommunan hevur fíggjað tað sum vantaði í, til tað, at koma fram á málið, at fáa gamla og nýggja skúlan upphitaðan úr heitu kelduni. Vinnumálaráðið gjørdist soleiðis partur av málinum saman við Jarðfeingi, og í stóran mun er hetta eitt umhvørvismál, og teimum situr Margit Stórá fyri í landsstýrinum.
Hildið varð, at rættast var í fyrstu atløgu at lata vatnið renna fyri at vita, um hitin áfram fór at halda sær. Tað gjørdi hann, og eftir tað var verkætlanin boðin út. Zacharias Leitisstein átti lægsta boðið, og aðrir veitarar hava verið PB Consult, SEV, KJ-Hydraulik, Elcon og Borg. Samlaði kostnaðurin gjørdist góðar tvær milliónir krónur (landsstuðulin íroknaður).
Í meðal, hesi seinastu 7 árini, hava bygningarnir, sum nú eru knýttir at nýggju hitaskipanini, brúkt áleið 45 túsund litrar av olju til upphiting, og árligi meðalkostnaðurin hevur ligið um eina fjórðingsmillión krónur.
Runavíkar kommuna takkar Jarðfeingi og landsstýrinum og veitarunum fyri serstakliga gott samstarv, nú verkætlanin er komin á mál.