Ingolf S. Olsen
----
Tað gongur ov seint at gera neyðugu átøkini á orkuøkinum til tess at skunda undir gongdina at gera orkuframleiðsluna á landi grøna. Tað heldur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og fyrrverandi stjóri á Jarðfeingi.
Og amboðið at seta ferð á gongdina, er at fáa sett orð á ein greiðan orkupolitikk og samstundis geva føroysku orkuumsitingini Jarðfeingi røttu heimildirnar at virka og fremja átøk við støði í verandi og neyðugari nýggjari lóggávu, heldur hann.
Sigurð í Jákupsstovu vísir á, at í samgonguskjalinum frá 2004 setti landsstýrið sær fyri at orða ein orkupolitikk og at gera eina elveitingarlóg. Táverandi Oljufyrisitingin, sum seinni bleiv partur av stovninum Jarðfeingi, fekk litið hesa uppgávuna í hendi. Við ársenda 2006 varð uppskot til orkupolitikk handað landsstýrismanninum, og í 2007 var elveitingarlógin samtykt í Løgtinginum. Men tá nýggj samgonga kom til í januar 2008, varð málsøkið orkumál býtt millum Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið, og úrslitið var í roynd og veru, at arbeiðið at fremja orkupolitikkin datt niður fyri.
Sama tosið
Í 2011 vórðu orkumál aftur savnað, og heldur Sigurð í Jákupsstovu tað vera gleðiligt, at arbeiðið at orða ein orkupolitikk verður tikið upp aftur, og hann vónar, at tað samstundis verður sett út í kortið, hvørji átøk skulu fremjast og hvussu.
– Almenna orðaskiftið hevur staðið í stað leingi. Síðan oljukreppurnar í 1970’unum hevur verið tosað um oljuna, um prísin á henni, og at vit mugu sleppa úr hennara hafti. Trupulleikin er, umframt at tørvur er á einum greiðum, orðaðum politikki á økinum, at ein orkumyndugleiki, til dømis Jarðfeingi, ikki hevur tey neyðugu amboðini at gera nakað munagott.
– Stovnurin má fáa lógarheimild at seta tiltøk í verk, sum kunnu flyta okkum nærri at grønum orkukeldum. Tað snýr seg ikki bara um at byggja út við varandi orku, men sanniliga eisini um at spara í nýtsluni. Ein spardur kilowatt-tími í húsarhaldinum sparir millum tveir og tríggjar kilowatt-tímar í olju á Sundsverkinum.
– Í dag verða sparingar framdar, tí fólk sjálvi taka initiativið til tær. Tað er sjálvsagt gleðiligt, men tú fært ikki øll við og tað tekur longri tíð, enn um ein orkumyndugleiki hevði hóskandi heimildir at skipa átøk til at minka orkunýtsluna og at leggja um til grøna orku, sigur Sigurð í Jákupsstovu.
Elveitingarlógin
Við elveitingarlógini varð lagt upp til, at kapping kundi fáast í lag innan framleiðslu av el, millum annað við kravinum um at vindorkuútbyggingar skuldu bjóðast út. Á henda hátt skuldi vera gjørligt at fáa aðrar framleiðarar enn SEV. Lógin setur eisini krav um, at framleiðsluvirksemið og netvirksemið skal vera roknskaparliga atskilt, og at netið sum eitt náttúrligt monopol skal hvíla í sær sjálvum.
Sigurð í Jákupsstovu heldur ikki, at tað er neyðugt at gera størri broytingar í elveitingarlógini.
– Tað snýr seg fyrst og fremst um at brúka hana, og at hon verður eitt av fleiri amboðum hjá orkuumsitingini, sigur fyrrverandi stjórin á Jarðfeingi.