Herfyri lat Jarðfeingi Vinnumálaráðnum drúgva frágreiðing um framtíðar orkumál í Føroyum, sum ætlanin er at brúka sum grundarlag undir einum aðalorðaskifti á tingi um framtíðar orkupolitikkin. Hetta orðaskiftið verður umleið 1. februar. Seinastu tíðina hevur nógvur orðadráttur verið um Kyotosáttmálan, ið Føroyar enn ikki hava undirskrivað. Tann, sum skrivar undir sáttmálan, bindur seg til at avmarka CO2 útlátið. At føroyskir myndugleikar hava hvept seg við at undirskriva sáttmálan siga teir vera støðuna hjá fiskiflotanum, sum brúkar nógva olju og harvið stendur fyri stórum parti av CO2 útlátinum eins og teimum avleiðingum hetta kann fáa fyri útbygging av eini komandi oljuframleiðslu á landgrunninum.
Ein teirra, sum hevur fylgt øllum hesum orðaskiftinum og samtíðis hevur havt ein týðandi leiklut, tá tað kemur til at koma við tilmælum um, hvønn orkupolitikk vit eiga at reka, er stjórin í Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu. Sjálvur heldur hann tað vera skeivt at skilja hesi bæði sundur, komandi orkupolitikkin og so Kyotosáttmálan, tí tey eru partur av somu søk. –Vit mugu tengja hesi tingini saman. Nú liggur onkur í einum horni og tosar um Kyoto, meðan tilmælið um orkupolitikkin liggur klárt í einum øðrum horni. Vit hava fleiri tilmæli í uppskotinum til landsstýrið um, hvat skal gerast fyri at minka um oljunýtsluna. Verða hesi fylgd, so uppfylla vit í stóran mun Kyotosáttmálan.
Røkka Kyoto í 2015
-Merkir tað, at landsstýrið kann gott samtykkja Kyotosáttmálan, um tað ætlar sær at fylgja tilmælunum frá Jarðfeingi?
-Tað haldi eg man gott kann siga. Hinvegin er tað politiski myndugleikin, sum skal gera hetta av og ikki vit í Jarðfeingi. Vit skjóta annars upp at seta ein orkupolitikk í verk, sum minkar um oljunýtsluna í Føroyum. Verða hesi tiltøkini vit mæla til sett í verk, so fer man at røkka Kyoto í stóran mun ella langt ávegis. Kann vera at vit ikki røkka tí til 2012 men so til 2015.
-Heldur tú sjálvur, at tað er skilagott, at landsstýrið nú tekur stig til at samtykkja Kyoto?
-Eg haldi tað er skilagott at gera tað. Tí tað tvingar okkum eisini til at halda tað vit vilja við orkupolitikkinum, sum sigur, at vit skulu taka tey og tey stigini. Men taka vit ikki samtíðis og binda okkum yvir fyri heimssamfelagnum, so kann tað vera torført at taka seg um reiggj og gera hetta.
Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tað eru nógvar aðrar orsøkir til at minka um oljunýtsluna. Tað er ikki bara Kyoto, tí tað gevur eisini økonomiska meining at gera tað.
Uppá fyrispurning um hann roknar við, at eitt samt løgting fer at taka undir við tilmælunum frá Jarðfeingi sigur stjórin seg avgjørt vóna tað og leggur aftrat, at man kann væl ikki vera ósamdur um, at vit skulu minka um oljunýtsluna.
Menna varandi orku
Jarðfeingi mælir annars í tilmælum sínum til at menna varandi orkuna við at seta fleiri vindmyllur upp og byggja vatnorkuna skilagott út men í semju og ikki so einsíðis sum SEV koyrir. At vit síðani gera orkueffektiviseringar, tvs. seta krøv til nýggj hús, at tey verða bygd orkurætt. Tvs. at vit fáa eina byggireglugerð, sum sigur, at nýggj hús skulu ikki brúka meira enn eitt vist av orku. Hetta er nakað, sum vit eisini eiga at gera í Føroyum. Vit eiga at leggja avgjald á bilar, soleiðis at fólk keypa orkurættar bilar. So har er ein rúgva av tiltøkum, ið vit kunnu seta í verk, sum kunnu minka munandi um orkunýtsluna. Og gera vit tað, so er tað eisini nógv lættari at taka støðu til Kyoto sigur Jarðfeingisstjórin við Sosialin.
Hann vísir annars á, at kulu vit góðtaka Kyoto, sum tað liggur á borðinum í løtuni, so skulu Føroyar minka um CO2 útlátið við 8% í mun til 1990. Tað eiga vit at klára, men so verður tosað um, at tekur ein stór oljuvinna seg upp, tá fáa vit trupulleikar.
-Ein boripallur, sum liggur úti á feltinum og borar árið runt, brúkar nógva olju. Men man eigur at kunna samráða seg til rættis at leggja upp fyri um slík viðurskifti heldur Sigurð í Jákupsstovu, sum vísir á, at tað hava nógv onnur lond gjørt.
Samráðast um avtalu
-Tú hevur sum stjóri í Jarðfeingi eitt bein í orkumálum og eitt í oljumálum. Sær tú tað sum nakran trupulleika?
-Tað dugi eg ikki at siga. Men vit kunnu minka um okkara oljunýtslu og tað vil stuðla uppundir Kyoto, men skulu vit gera nakað við Kyoto, so mugu vit fara inn og samráðast um at fáa eina skilagóða avtalu. Tí um ein oljuvinna tekur seg upp, so mugu vit hava møguleika og loyvi til at byggja hana út. Kyoto má ikki forða fyri at byggja út eina føroyska oljuvinnu.
-Men ger hon tað, um vit góðtaka Kyoto í morgin.
-Gangi út frá at vit góðtaka ikki Kyoto uttan víðari. Vit mugu fara inn og spyrja, hvat tað inniber reelt, og um tað er møguleiki fyri at samráða seg til undantøk, um t.d. ein oljuvinna tekur seg upp.
Medábyrgd
Sigurð í Jákupsstovu heldur tað mest týðandi verða, at vit taka medábyrgd og taka stig til at minka um oljunýtsluna. Og hann heldur samtíðis, at ein nýggjur føroyskur orkupolitikkur og Kyoto eiga at ganga hond í hond. –Um vit vísa umheiminum, at vit taka klimaproblematikkin seriøst og taka stig til at minka um oljunýtsluna, so haldi eg, at hesi ganga hond í hond. Men vit skulu ikki binda okkum til viðurskifti, sum skapa okkum trupulleikar seinni. Alt skal vera við skili. Tað undrar meg, at man í orðaskiftinum ikki koblar orkupolitikkin og Kyoto saman, tí orkupolitikkurin er ein uppskrift uppá, hvussu man røkkur Kyoto. Tí eiga vit at síggja hesi í einum samanhangi.