Orkufundur á Oyrarbakka

Orka og umhvørvi verða evnini á fundi, sum verður á Oyrarbakka mikukvøldið

Orka

 

Áhugaverdur fundur um orku og ymiskt í hesum sambandi verður á Oyrarbakka mikudagin 16. juli klokkan 19. Fundurin verður í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla.

Á fundinum verður ljóskastarin settur á sera aktuella evnið orka. Tey, ið koma at hava innlegg á fundinum, hava øll áhuga í orku í breiðastu merking. Av tí at fyrilestrarhaldararnir hava ymisk sjónarhorn til orku og tey árin, sum tiltøkini fyri at útvega orku hava havt og framhaldandi fara at hava á náttúruna, fáa áhoyrararnir lýst hetta áhugaverda evni ógvuliga broytt.

Tey, ið koma at greiða frá, eru Anni á Hædd um nýggja umhvørvisverndar-lógina, Hákun Djurhuus um vatnorkuútbyggingina hjá S.E.V., Anna Maria Fossá greiðir frá um umhvørviskanningar av Eiði 1, 2 og 3., eins og at Kári Thomsen fer at greiða frá arbeiðnum hjá F.N.U. í sambandi við vatnorkuútbyggingar.

Jóhan Í Niðristovu fer at greiða frá pumpukraftverkætlan og at enda kemur eitt umboð fyri Lokal Agenda 21 at greiða frá teirra arbeiði.