SÁTTMÁLI
Orkudepilin á Kambsdali hevur nú undirskrivað sáttmála um íbinding í verandi hitaskipan hjá miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Sáttmálin varð undirskrivaður hin 25. oktober í ár.
Tað er Landsverk, ið sum kunnugt er umsitari av bygningunum hjá tí almenna.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at tað í fyrstu syfti verður sólorkan frá teimum 350 fermetra stóru sólfangarunum, ið geva umleið 1,2 megawatt um árið, sum verður latin inn á miðnámsskúlan á Kambsdali.
- Væntandi verður skipanin virkin um nakrar fáar vikur, leggur hann aftrat.
Borgarstjórin sigur, at viðvíkjandi vindmyllu- og vetnisskipanini hjá Orkudeplinum verður arbeitt við líknandi sáttmála við elfelagið SEV, men hetta er treytað av gókenning frá elveitingareftirlitinum.
- Í hesum førinum verður tað so vindmylluorkan frá teimum báðum myllunum, ið eru settar upp og møguliga einari aftrat, ið umvegis vetnisskipanina verður leitt inn á netið hjá SEV.
Langt á mál
Sigurd Simonsen sigur, at við hesum er tann mekaniski og tekniski parturin av Orkudeplinum á Kambsdali komin undir land.
- Eftir stendur so depilshúsið, ið skal hýsa stýringum og alskins mátitólum umframt umstøðum til at granska og menna tøknina og harvið náa málinum um ein granskingar- og vitanardepil innan varandi orku.
Borgarstjórin sigur, at verkætlanin við Orkudeplinum á Kambsdali kann verða við til, at vit føroyingar ikki vera eftirbátar í strembanini eftir at minka um útlátið av veðurlagsgassum.