Í grannalandi okkara fyri sunnan, Orknoyggjum vilja tey á fyrsta sinni hýsa oyggjaleikunum. Eftir ætlan vilja Orknoyggjar hýsa oyggjaleikunum á sumri í 2023.
Robbie Fraser, formaður í oyggjaleikanevndini hjá Orknoyggjunum greiðir frá, at í Kirkwall er ein ítróttarmiðstøð, sum nevnist The Pickaquoy Centre. Hendan ítróttarmiðstøðin saman við øðrum ítróttarvallum á høvuðsoynni Mainland, og í hinum størra býnum á Mainland, Stromness ger tað møguligt hjá Orknoyggjum at hýsa 12 ella 13 ítróttargreinum.
Robbie Fraser staðfestir, at Orknoyggjar hava tveir golfvallir, sum eru nóg góðir til oyggjaleikir. Tað er so meir enn Føroyar í verandi stund kunnu bjóða. Robbie Fraser viðgongur, at tað, sum í Føroyum ikki er nóg mikið av gistingarhúsum, men hann vónar, at eins og á Bermuda í 2013, at tey í Orknoyggjum eisini kunnu bjóða ítróttarfólkum at búgva á skúlum meðan leikirnir eru.
Robbie Fraser, sum eisini er journalistur hjá BBC Orkney vónar, at grannaoyggjarnar, Hetland, Suðuroyggjar (Hebridurnar) og Føroyar stuðla umsóknini hjá Orknoyggjum at hýsa oyggjaleikunum í 2023. Um leikirnir verða í Orknoyggjum fara føroyingar eisini at hava eina stutta leið til oyggjaleikirnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna in.fo/Rás2 gjørdi við Robbie Fraser farna týsdag niðri í Kirkwall á Orknoyggjunum.