Orkis: Stjórin er bert 25

Hin 1. oktober í fjør yvirtóku møðgurnar úr Norðragøtu, Turið Johannesen og Mildrið Eivindsdóttir, blómuhandilin Orkis á Glyvrum.

Hin 1. oktober í fjør yvirtóku møðgurnar úr Norðragøtu, Turið Johannesen og Mildrið Eivindsdóttir, blómuhandilin Orkis frá Sámali Erik Djurhuus og Anette Sonne á Glyvrum.

 

Turið, sum er 25 ára gomul, er stjóri í felagnum, sum eigur handilin, og tær báðar eiga hvør sína helvt í hesum felag. Turið er útbúgvin blomsturdekoratør. Hon varð liðug at læra á sumri í 2013, og hon lærdi hjá Árstíðunum í Havn.

 

Fyri lærutíðina hjá Árstíðunum arbeiddi hon í Vakstrarhúsinum í Sandavági í eina rímiliga rúma tíð. Hon byrjaði eisini at læra í Sandavági, men valdi heldur at taka FHS - og fór so seinni aftur í læru hjá Árstíðunum.

 

Turið dylur ikki fyri, at tað hevði stóran týdning fyri yvirtøkuna av Orkis, at Anette Sonne framvegis vildi vera knýtt at handlinum, eins og Sámal Erik Djurhuus eisini er tøkur til ymiskar uppgávur.

 

Orkis hevur eisini lærling, Maritu Westergaard, og her er tað Anette Sonne, ið stendur sum lærumeistari. Turið sigur, at við sínum drúgvu royndum gjøgnum fleiri enn 30 ár er Anette Sonne nógv verd fyri fyritøkuna.

 

- Eg eri sera fegin um, at tað eydnaðist okkum at gerast eigarar av hesi fyritøku, og hóast tað kann vera strævið viðhvørt, havi eg onga løtu verið í iva um, at vit tóku eina rætta avgerð. Tað er deiligt at kunna arbeiða við tí til dagligt, sum tú hevur hug til, sigur Turid Johannesen.

 

Lesið meira í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús í morgin, mánadagin.