PRÀT
Formaðurin í Havnar Hornorkestri eitur í dag Kári Olsen, og hann hevur verið limur í orkestrinum í næstan tretivu ár. Aftanfyri seg hevur hann og fleiri av eldri limunum eina rúgvu av konsertum, uttanlandsferðum og ikki minst venjingartímum.
Hann letur væl at støðuni hjá aldargamla hornorkestrinum.
?Í Havnar Orkestri kunnu øll vera við, sum duga at spæla og lesa nótar og kenna seg trygg við at spæla saman við øðrum í einum felagsskapi, sigur Kári Olsen.
Tilgongdin til Havnar Hornorkestur kemur frá Musikskúlanum í høvuðsstaðnum. Kári Olsen sigur, at Musikskúlin er eitt stórt og munagott arbeiði, sum gagnar Havnar Hornorkestri nógv.
Tilgongdin hevur verið góð seinnu árini ? bæði hvat viðvíkjur fólki og støði. Upplæringina hava spælararnir fingið úr Musikskúlanum.
Skulu vit trúgva Kára Olsen, so er tað ikki bara so at halda uppat.
Tað er nógv torførari at fara burturúr, enn tað er at koma uppí. Tað er stuttligt at spæla, og tað er kanska heldur ikki so lætt at finna nýggjar leikarar, sigur Kári Olsen.
Við hundrað árum á baki hevur orkestrið eisini savnað sær nakrar fastar tættir.
?Vit hava skipað fyri nógvum tiltøkum sjálvi, og vit hava eisini onkrar traditiónir, m.a. ein tann elsta traditiónin, sum er Føroyum í dag ? at spæla í kirkjuni á jólum. Tey vita ikki reiðiliga, nær hetta er byrjað, men í nógv, nógv ár hevur hetta verið fastur táttur, sigur Kári Olsen.
Aldursforsetin í Havnar Hornorkestri í løtuni er Brynjálvur Mikkelsen, sum í løtuni upplivir sekstiárini fyri aðru ferð síðani sekstiárini.
Havnar Hornorkestur telur vanliga tretivu leikarar, og tey tvær ferðir um vikun at venja saman.
Bakar Hansen
Skulu vit nerta eitt sindur við søguna og upprunan til Havnar Hornorkestur, so er upphavsmaðurin meira enn nakar annar Bakar Hansen.
?Tað er Bakar Hansen fyri at takka, at vit Havnar Hornorkestur varð sett á stovn. Hann dugdi at undirvísa, og hann spældi øll ljóðføri sjálvir. Hann vildi hava næmingar, og so við øktist áhugin fyri at spæla millum manna.
Í 1903 varð Thorshavns Musikforening sett á stovn við nøkrum fáum leikarum, sigur Kári Olsen.
Síðani tá er nógv, m.a. navnið. Havnar Hornorkestur hevur millum manna verið rópt fyri hetta at kalla alla sína tíð, men formella navnið hevur verið eitt sindur ymiskt millum ár og dag, men tey nógvu seinnu árini hevur navnið verið bara verið Havnar Hornorkestur.
Orkestrið fekk og hevur enn bretskt snið, og fleiri ferðir hava bretar verið á vitjan fyri at stjórna kórinum.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið hendur á talinum av leikarum, sum hava spælt í orkestrinum tey hundrað árini, men hetta tal má vera nakað høgt, tí eitt sindur av útskifting er ikki at sleppa uttanum.
Ovasta røddin í Havnar Hornorkestur, formaðurin Kári Olsen, heldur støðuna hjá orkestrinum vera góða, og nógv er í væntu.