Orkestrið druknaði men Lena lýsti

Summar Festivalurin byrjaði fríggjadagin við hornorkesturtónleiki, sum druknaði í larmandi klovnaundirhaldi. Men síðani hertók Lena Anderssen Torgið og vísti, hví hon er stjørna

Eitt skúlaorkestur úr norsku bygdini Godøy hátíðarhelt 30 ára føðingardag við at luttaka á føroyska Summar Festivalinum. Orkestrið hevði vitjað í Klaksvík, táið tað varð stovnað, og nú vóru tey komin aftur til staðið, har tey byrjaðu.

Orkestrið var væl mannað við bæði vaksnum og børnum, og tey spældu fínt. Men fáu áhoyrarnir, sum vóru komnir at lurta, máttu kíta seg fyri at hoyra tónarnar frá norska orkestrinum.

Fyrst druknaði orkestrið í ljóðroynd hjá Mel C, og síðani byrjaði undirhaldið í Silvalandinum við nøkrum alt-annað-køvandi sambarútmum frá 80unum. Synd, at eitt stórt orkestur kemur heilt úr Noreg til Klaksvíkar fyri at druknað í larmandi klovnaundirhaldið.

Tað er sjálvandi partur av festivalkonseptinum, at tú kanst ganga frá einari konsert til aðra, og frá einum ljóðlandi til annað, men hetta riggaði ikki á Torginum fríggjadagin. Orkestrið hevði ongan kjans.


Hjarta í tónleikinum

Tá ið Lena og Niklas byrjaðu at gera klárt til teirra framførðslu beint aftaná, var Torgið manntómt og sambarútmurnar frá Silvalandinum buldraðu framhaldandi. Tíbetur stegðaði klovnaframførslan tó, og sterka røddin hjá Lenu dróg fólk til pallin.

Framførslan var framúr, og tá ið konsertin var liðug, var Torgið fult av fólki, sum klappaðu parið upp aftur til eyka nummar.

Lena sang og dansaði, sum stóð hon frammanfyri einum stórum havi av menniskjum, sum øll dansaðu við tendraðum ljósum, heldur enn frammanfyri stillum og smædnum áhoyrum, sum hon í veruleikanum gjørdi. Samstundis var samanspælið millum hana og Niklas sum altíð so erligt og opið, at tað var sum at vera til eina lítla intimkonsert.

Løgini hjá Lenu og Niklas eru øll hitt-løg, og Lena er ein eminentur sangari, ein stjørna. Men tað sum undirritaða helt vera mest hugtakandi á konsertini hendan hálvkalda festivaldagin var samanspælið millum Lenu og Niklas. Við tveimum guitararum fyltu tey rúmið mill Klakk og Kjøl, sum vóru tey eitt heilt orkestur, samstundis sum tey vóru so samansjóða, at tað var sum høvdu tey bara ein hjartasláttur. Flott.