Tað rakar vanliga húsarhaldið og vinnuna ómetaliga meint, at olju- og streymprísirnir áhaldandi hækka. Vit gjalda okursprís fyri ljós, hita og framleiðslu. Og tíverri eru øll útlit til, at hetta bara fer at gerast verri. Um ikki vit her og nú seta spakan í , so vit veruliga kunnu fremja eina neyðuga orkukollvelting.
Vit innflyta olju fyri omanfyri milliardina ella á leið ein fjórðing av føroyska innflutninginum. So hvørt, sum oljan gerst dýrari, dýrka eisini streymprísirnir, tí meira enn helvtin av streyminum verður framleiddur við olju.
Orkumál mugu, sum eg áður havi víst á, verða ímillum allar fremstu raðfestingar í eini komandi stjórn.
Avbjóðingar og møguleikar
Vit vita, at tað er avmarkað, hvussu nógv vatnorkan kann útbyggjast. Og, vit kunnu snøgt sagt ikki turrleggja fleiri áir og fossar. Vatnorkan kann útbyggjast við pumpuskipanum, sum gevur størri nýtslu av verandi vantgoymslum. Men samanumtikið kann vatnorkan ikki nær námind nøkta tann ógvusliga vøksturin í streymframleiðslu, sum skal til, skal samfelagið av álvara elektrifiserast, fyri at sleppa av við oljuna.
Samstundis er tøknin og vitanin um sjóvarfallsorkuna nú komin so langt, at vit um fá ár kunnu byrja at gagnnýta hana. Men, tað krevur, at røttu stigini og íløgurnar verða gjørdar nú. Afturat sjóvarfalli, vatni og vindi eru aðrir møguleikar, sum kunnu nýtast at hita smærri eindir ella býlingar við - jarðhiti, sólorka, biogass til fjarðhita, v.m.
Tøkniligar loysnir til fiskivinnuna
Ímeðan ein triðingur av okkara oljunýtslu fer til at hita bústaðir, fer ein annar triðingur til skipaflotan. Eisini her eigur eitt framfýsið orkumálaráð at stimbra undir orkusparandi loysnir. Serliga shippingvinnan - ið siglur um øll heimshøvini - tekur stór tøk at spara orku og royna onnur brennievni enn olju til motorarnar. Fleiri av loysnunum, ið longu eru og verða mentar, kunnu eisini nýtast umborð á fiskiskipum, og kunnu koma afturat ymiskum orkusparandi loysnum, sum vinnan er farin undir at menna her heima.
Miðvísan poltikk
Tey stóru ítøkiligu stigini at flyta okkum yvir í ein “reinorkubúskap” mugu takast nú! Her er meira enn ríkiligt at tríva í komandi valskeið: Gjørdu streymmátingarnar skulu nýtast at gera veruligar royndir at fáa sjóvarfallsorkuna til høldar, samstundis, sum meira ferð skal fáast á víðari útbygging av vindorkuni og pumpu-gomsluskipan til vatnorkuna. Vit skulu menna førleikan at royna alternativar orkuveitingar- og orkuspariskipanir og at taka til okkum tøkniligar loysnir.
Vit skulu málrætta part av granskingarpengunum, og nýta limaskapin í FP-programminum hjá ES, at fáa ferð á føroyska orkugransking, og at knýta okkum at verkætlanum, har Føroyar kunnu vera royndarøki.
Vit mugu nýta størri part av almennu íløgukrónunum til at bjálva almennar bygningar, eitt átak, sum samstundis stimbrar byggivinnuna. Og vit skulu nýta avgjaldspolitikkin sum eitt miðvíst amboð at løna orkusparing og –effektiviteti, og at fyribyrgja orkuoyðsli. Almenningurin og vinnan mugu fáa betri atgongd til óhefta ráðgeving um orkusparing og -loysnir. Og land og kommunur mugu semjast um umskipan av SEV til ein sterkari orkustovn, sum kann ganga á odda í neyðugu orkukollveltingini.
Okkara framtíð
At leggja um til grøna orku, snýr seg um at tryggja pengapungin og búskapin hjá tær, mær og okkara eftirkomarum. Tí mugu stórar avgerðir takast her og nú, so vit, tá næsta valskeið er runnið, eru komin væl áleiðis at at hita og lýsa føroyska samfelagið upp við grønari varandi orku.
Les meira á www.tjodveldi.fo/bjort.