Hondbóltur
Uttan útlendingar og við hópin av lokalum spælarum stóð VB til reiðar at byrja Sunset-kappingina, tá Neistin kom á vitjan leygardagin.
Nógv hevur verið tosað aftur og fram um, hvussu styrkin hjá VB mundi verða, nú tey skriva ár null eftir Daivu, men skal metast eftir fyrsta dystinum, so er hetta kanska ikki verri enn ilt.
Neistin er kanska heldur ikki heilt so sterkt, sum liðið var í fjør, men enn telur liðið nakrar av fremstu spælarunum í landinum, men hóast hetta, so hekk VB væl og virðiliga vi størsta partin av dystinum.
Fyri steðgin hevði VB eisini munin í fleiri umførum, men stutt undan steðginum skrædnaði eitt sindur, soleiðis at gestirnir vunnu seg framum.
Og teirri leiðsluni sleptu tær bláu ongan tíð. Munurin varð støðugt hildin um tey fýra málini ella har á leið, og seinastu løtuna settu Neista-kvinnurnar trumf á. Trý mál á rað tóku fullkomuliga luftina úr heimaliðnum, og so bilti tað minni, at VB aftur pyntaði um úrslitið móti dystarenda.
Fakta um dystin
VB-Neistin 21-25 (11-14)
10 min: 5-4
20 min: 8-10
40 min: 13-17
50 min: 17-21
Málskjúttar
VB: Sára Samuelsen 6(1), Teresa Joensen 4, Andrea Nielsen 4, Bára Mortensen 3, Svava Vestergaard 2, Sólrun Winther 2
Neistin: Jacklin Durhuus 6, Rakul Augustinussen 6(1), Katrin á Neystabø 3, Anja Heinadóttir 3, Louisa Andreasen 3, Anna Clementsen 2, Bára Danielsen 1, Marjun F. Danberg 1
Brotskøst: VB 4, Neistin 1
Útvísingar: VB 1, Neistin 1
Dómarar: Birgir Sondum & Geir Wardum