Føroyska U19-landsliðið hevur í dag spælt fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum er í Bulgaria í hesum døgum. Úrslitið gjørdist 6-0 til Ongland.
Mótstøðuliðið í dag var Ongland, sum í summar gjørdist evropameistari fyri U19-landslið. Teir vunnu finaluna 2-1 móti Portugal.
Føroyska liðið stóð seg væl at byrja við og vardi mannliga í fyrra hálvleiki. Hóast Ongland var greitt omaná, gjørdi Rói Mørk Hentze fleiri bjargingar, og hálvleiksstøðan var tí einans 1-0 til Ongland. Tað var áleyparin Eddie Nketiah, sum eftir 23 minuttir skoraði sítt fyrsta av fýra málum í kvøld.
13 minuttir út í seinna hálvleik økti hann um støðuna til 2-0, og einans fýra minuttir seinni skoraði Elliot Embleton til 3-0.
Allan dystin var mest sum einvegis ferðsla móti føroyska málinum og hagtølini vísa eisini, at Ongland hevði 28 skot á mál, meðan Føroyar hevði trý. Ongland er uttan iva millum sterkastu tjóðirnar í ungdómsfótbólti í løtuni, tí umframt sigurin hjá U19 í EM, vann U17 HM og U21 kom í semifinaluna í summar.
Í 77. minutti fær Ongland brotsspark, og Eddie Nketiah fullførir við hesum sítt hattrick. Tá fimm minuttir eru eftir skorar Ben Brereton til 5-0 og í 90. minutti er Eddie Nketiah aftur á blettinum og skorar til 6-0.
Teir, ið mannaðu føroyska liðið vóru:
Rói Mørk Hentze (B36)
Andri Benjaminsen (NSÍ)
Andrias Edmundsson (Sunderland)
Hugin Samuelsen (B36)
Magnus Holm Jacobsen (B36)
Tonni Jóhannus Thomsen (Víkingur)
Lukas Grenaa Giessing (FC Midtjylland)
Arnbjørn Svensson (Víkingur)
Hanus Sørensen (FC Midtjylland)
Sjúrður Pauli Chin Nielsen (NSÍ)
Hans Jákup Anfinnson (HB)
Inn komu Mórits Heini Mortensen (NSÍ), Gilli Samuelsen (B36) og Stefan Radosavljevic (TB/FCS/Royn).
Næstu dystirnir hjá Føroyum eru móti Bulgaria leygardagin og Íslandi týsdagin.
Á heimasíðuni hjá FSF ber til at síggja allan dystin móti Onglandi.