ORKA við nýggjum sjónbandalag av lagnum Órógv

Bólkurin ORKA hevur júst lagt út nýtt videloag av lagnum Órógv á youtube, ið kann síggjast her: www.youtube.com/watch

Ditte M. Joensen hevur filmað og klipt.

Um Ditte: Ditte hevur nomið sær útbúgvin sum miðlagrafikari á KTS í Keypmannahavn, og hevur útbúgving frá myndaskúlanum Fatamorgana í Keypmannahavn og sniðskúlanum Accademia Italiana í Italiu. Hon starvast dagliga á Sendistovuni sum sniðgevi og myndakvinna. Ditte hevur annars áhuga í visuellari list.

Ditte sigur sjálv um videolagið: 'Tað sum eg hugsi um videolagið er, at tað fangar væl huglagið í lagnum. Tað stuðlar ljóðmyndini, og gevur lagnum rúmd.'