Orka í útnorði

TíÐindaskriv

Evnisráðstevna útnorðurráðsins um orku, sum verður í Reykjavík og Svartsengi í døgunum 8. til 10. juni 2004, skal kanna møguleikarnar fyri betri nýtslu av teimum ymisku orkukeldunum sum eru í útnorði, og sum higartil ikki hava verið nýttar optimalt. Føroyar, Ísland og Grønland fara í fyrsta lagi at kunnu um royndirnar á økinum, og síðani verður orðaskifti um alternativar og nýggjar orkukeldur.
Luttakarar á ráðsstevnuni eru m. o. orkuráðharrar/landsstýrismenn: Johan Lund Olsen úr Grønlandi, Valgerður Sverrisdóttir úr Íslandi og Bjarni Djurholm úr Føroyum.
Ráðstevnan fer at gera orkupolittiskan status fyri økið, við innleggum frá m.a. orkustýrunum í londunum, Norðurlandaráðnum, Ministararáðnum og norska stórtinginum. Gestarøðarar verða úr Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noregi og Danmark. Eisini eru við á ráðstevnuni ymiskir felagsskapir, ið eru við til at geva innlit í og leggja dent á evnir, sum m.a. fevna um geotermiska orku, vindorku, vatnorku, brintorku og alduorku. At enda fara orkuráðharrar/ landsstýrismenn at leggja fram síni sjónarmið fyri framhaldandi samstarvi á økjunum.
Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at leggja upp til samstarv um framtíðarútlitini fyri praktiskari nýtslu av nýggjum formum til framleiðslu av orku, har serligur dentur verður lagdur á varandi orkuformar. Eisini verður orðaskifti um politisku avbjóðingina við tí endamálið at stovna ein "platform", har londini í útnorði í felag kunnu samstarva um teir møguleikar, sum hava týdning fyri eitt aktuelt samstarv á økinum.
Útnorðurráðið fer serliga at hyggja eftir teimum ítøkiligu samstarvsmøguleikum, sum Ráðið fer at orða í einum tilmæli til stjórnirnar/landsstýrini í útnorðið.
Útnorðurráðið er ein samstarvsfelagsskapur millum tingini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Í ráðnum eru 18 tingmenn, 6 úr hvørjum landi. Ráðsformaður er Jonathan Motzfeldt, landstingsformaður, næstformaður er Birgir Ármansson, altingsmaður, og annar næstformaður er Henrik Old, løgtingsmaður.