Bólkurin ORKA boðar nú frá, at lagið JUNO er úti, og er tað fyrsta av nýggjum tilfari, ið kemur í 2018.
Við hesum sigur ORKA seg eisini ganga nýggjar leiðir, tá talan er um tónleik á palli.
Vit avgjørdu fyri ári síðani at teldan skal ikki við á pall, sigur ORKA m.a. um nýggju leiðina innan pallframførslu, har útgerð annars er við og heimagjørd strongjaljóðføri, ið Jens spælir, og ásláttur er leiktur live, og tað er Francine, ið tekur sær av tí.
Lagið Juno hoyrist og sæst her - myndirnar eru av G! festivalinum:
https://www.youtube.com/watch?v=99nK07ivY6w&feature=youtu.be