ORKA á russiskari tónleikarás

Tað gongur væl hjá ORKA at gera vart við seg og tónleikin úti í heimi ORKA hevur leikt á fleiri festivalium í seinastuni og hevur hetta veruliga givið afturljóð úti í heimi, og fólk ymsastaðni hava fingið eygu og oyru upp fyri sermerktu verkætlanini ORKA, ið spælir á heimagjørd ljóðføri, og annars hevur sermerktan, góðan tónleik at bjóða.

Tað nýggjasta er, at russiska tónleikarásin A ONE, ið svarar til MTV í vesturheiminum, hevur lagt samrøðu við ORKA út á heimasíðu teirra; www.a1tv.ru