Orka úr ódn og brimi í Keypmannahavn

Tað er ikki hissini heitið, ið tiltak á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fríggjakvøldið hevur fingið. Orka úr ódn og brimi kallar Meginfelag føroyskra studenta tiltakið, ið varpar ljós á burðardygd og varandi orkukeldur.

 

- Føroyar vilja lækka CO² útlátið við 20 prosentum í 2020, og frá 2005 til 2012 er útlátið lækkað við 7 prosentum. Síðan 2009 hava Føroyar havt ein veðurlagspolitikk/vakstrarhúspolitikk, ið hevur til endamáls at lækka um vakstrarhúsgassini, men higartil hevur tað ikki havt úrslit við sær, tí útlátið var hægri í 2012 enn 2009. Ein atfinning er, at tað skulu størri og meira umfatandi politisk tiltøk til. Til dømis var grøn menning ikki ein partur av dagsskránni til síðsta Løgtingsvalið í 2011, vísir MFS millum annað á í lýsing av tiltakinum.

 

Víðari sigur felagið hjá teimum føroysku lesandi, at Føroyar eru eitt lítið land, og útlátið í mun til íbúgvatalið er í hægra lagi. Hetta kemst millum annað av fiskiflotanum, ið letur út 40 prosent av samlaða útlátinum av CO² í Føroyum, og fiskaídnaðinum, ið brúkar 40 prosent av samlaðu lívrunnu nýtsluni í Føroyum.

 

- Til tiltakið hava vit bjóða umboðum fyri framtaksfeløgini og Vinnumálaráðið, ið saman koma at geva okkum eina betri vitan um evnið og harvið vónandi eisini leggja upp til breitt kjak um menning av bæði grønari og bláari orku í Føroyum, sigur MFS í skrivi á heimasíðu teirra.

 

Umboðini eru:

Jóhan Dahl, landstýrismaður í vinnumálaráðum

Terji Nielsen, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari, SEV

Suni Petersen fyri Umhvørvisstovuna

Meinhard Eliasen fyri Jarðfeingi

 

Fleiri upplýsingar um tiltakið eru at finna her: www.facebook.com/events/166076636892235/

 

Dyrnar á Norðuratlantsbryggjuni lata upp klokkan 19.00, og tiltakið byrjar klokkan 19.30 danska tíð.

 

Mynd: Inngongdin til Norðuratlantsbryggjuna har tiltakið hjá MFS verður í annaðkvøld (Mynd: Rólant Waag Dam)