Á skránni til ársins Summartónar verður eisini vælumtókti bólkurin Orka, men hesaferð verður tað við Teiti Lassen sum forsangara
Millum bólkarnir, ið fara at framføra til ársins Summatónar, verða millum annað føroyski bólkurin Orka, sum seinastu tíðina hevur framført við Eivør Pálsdóttir sum forsangara. Eivør verður eisini at hoyra í Mykinesi, tá ið Orka trína á pall, ið samband við Summartónar 2009.
Men manningin í Orka verður heldur broytt, nú bólkurin skal framføra runt í landinum í samband við Summartónar, og verður víðagitni Teitur Lassen nú partur av manningini.
Hetta er fyrstu ferð, at Teitur Lassen framførur við Orka, og orsøkin er, at hann hevur framleitt eitt instrument til høvið.
-Teitur hevur sjálvur framleitt eitt instrument, ið hann ætlar at nýta fyrstu ferð saman við Orka, sigur Jens L. Thomsen, ein av oddamonnunum handan Orka.
Hóast tað ikki er greitt júst nær Teitur verður við í bólkinum, so er tað hóast alt staðfest, at hann trínur á pall við bólkinum í samband við onkrar av framførslunum í Summartónum.
Orka framførur í Norðurlandahúsinum 26. Juni kl. 19.00. Við Gjógv 27. Juni kl. 16.00 og í Mykinesi 30.juni kl. 15.00.