ORKA á konsertferð í Evropa

Bólkurin ORKA er í løtuni á konsertferð í Evropa. Fyrsta konsertin hjá bólkinum á hesum sinni er 18. november í Moritzbastei í Leipzig í Týsklandi.

Mikudagin 19. november verður spælt í Faust í Hannover.

21. november verður farið til Hollands, har ORKA spælir í Ekko í Utrecht.

22. november verður spælt í Paleizenstraat 12 í Bruxelles í Belgia.

23. november spælir bólkurin í spælistaðnum við navninum 101 í Berlin.

 

Síðani verður koyrt til býin Rennes í Bretagne í Fraklandi, har ORKA eru bodnir at venja og skriva nýggjan tónleik saman við viðurkenda og sermerkta franska tónasmiðinum og harmonikuúrmælinginum Yann Tiersen, ið m.a. er kendur fyri at hava skrivað tónleik til filmarnar ?Amelie frá Montmartre? og ?Goodbye Lenin?. Umframt filmstónleik hevur Tiersen gjørt fleiri fløgur við egnum fólkatónleikakendum tónleiki, eins væl og rokktónleiki. Í døgunum frá 3.-7. desember verður tónleikurin hjá ORKA og Tiersen framførdur saman við Yann Tiersen í L?aire Libre í Rennes í sambandi við tónleikafestivalin Transmusicales.

 

Við í bólkinum ORKA á hesi ferðini eru Bogi á Lakjuni, ið spælir eitt slag av einstreingjaðum gittara, Jens L. Thomsen, ið spælir hegnpelabass, Jógvan Andreas á Brúnni, ið slær á tunnur av ymsum slag, Kári Sverrisson, ið spælir hørpu og syngur, og Ólavur Jákupsson, ið spælir upp á fløskuorgul, hvørvistein og syngur. Yann Tiersen fer møguliga at spæla upp á eina parabolantennu, ið ORKA hevur umskapað til eina hørpu.