ORKA komin heim

Tónleikabólkurin ORKA er heimkomin eftir drúgva rundferð kring Evropa. Bólkurin hevur ferðast í hálv annan mánaða, og endaði rundferðina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið Orka hevur spælt í Týsklandi, Pólandi, Sveits, Eysturríki, Holland, Frankaríki, Svøríki og Danmark. Konsertirnar vóru væl vitjaðar og bólkurin er fegin um ein sera væleydnaðan túr.

 

Á túrinum var manningin Bogi á Lakjuni á lampu, Jógvan Andreas á Brúnni á tunnum, Ólavur Jákupsson á sang, hvørvisstein, fløskuorgul, samplarar, Jens L. Thomsen á pelabass og Yann Tiersen á noisolin, ið varð serliga bygd til hann í sambandi við framførslu á Trans Musicales í fjør. Afturat sær hevði ORKA eisini Onnu Katrin Egilstrøð á sang og hydroharpu. Anna Katrin er vanliga kend úr fløguaktuella bólkinum Valravn.