Nú hava føroyingar í Keypmannahavn møguleika fyri at uppliva Orka live. Teirra larmandi og hugtakandi løg við føroyskum teksti og sjálvgjørdum ljóðførum hava vakt stóran áhuga í Keypmannahavn.
Í seinastuni hevur Orka fingið sera góð ummæli í BT og á Gaffa.dk.
Konsertin á Norðurbryggju er ein partur av teirra mini-Danmarks konsertferð, sum
fevnir um konsertir í Odense og Århus.
Tiltakið verður hósdagin 19 mai, og byrjar kl. 21.00