Tað er í kvøld - mikukvøldið 4. mars klokkan 19 - at høvi verður hjá vestmenningum og øðrum at fáa neyva kunning um orku, sparing av orku og annað í hesum sambandi, tá stórur fundur verður í Vektarbúðini í Vestmanna.
Fýra “tungir” dreingir innan økið fara at greiða frá, og eftir framløgur verður eisini høvi hjá fundarfólki at seta spurningar.
Meinhard Eliasen frá Jarðfeingi, Áki Mortensen frá Hiti.fo, Baldvin Hardarson frá Hitamyndir.fo og Jens Pauli Dahl frá RenoVent fara at greiða frá.
Umframt framløgur og høvi at seta spurningar, verður eisini høvi hjá fundarluttakarum at keypa kaffi og køkur í Vektarbúðini í kvøld.