Orka í Keypmannahavn

Fríggjakvøldið bjóðar Orka til konsert í Keypmannahavn.

Ljóðskaparin, Jens Thomsen, er aftur á pallinum undir navninum Orka vid nýggjum tónaverkum, nýggjum ljóðførum og nýggjum tónum!

Næsta fríggjakvøld verður høvi at hoyra Orka í Keypmannahavn. Vørumerkið á tí nýggjastu plátuni, Leipzig, hjá Orka er tann myrki tónin og heimagjørd ljóðføri (m.a. er bassurin gjørdur av einum hegnpela og harpan úr einum oljutunnuloki), og plátan er stílað við eini rúgvu av elektronikki, djúpum beats og himmalskum tónum. Jens Thomsen kallar sjálvur ta nýggju leiðina fyri "Club Gaze".

Tann nógv ummælda Leipziq er fyrst og fremst spæld inn í einum niðurløgdum biografi í tí týska býnum vid sama navni, men eisini i París, New York umframt í einum húsbáti í Hong Kong. Plátan er gjørd í London, har Jens Thomsen heldur til. Í samband vid útgávuna hevur Orka spælt m.a. í Nordurlondum, Týsklandi, Póllandi, har Jens Thomsen hevur fingið einastandandi góð ummæli fyri sítt sterka hugtak og serstøku framførslu.

Áðrenn konsertina fyriskipar Orka-fjepparin og DR-verturin, Carsten Holm, fyri eini Q&A-løtu við Jens Thomsen, har áskoðarar kunnu seta spurningar um arbeiðshátt og hvat tað er, sum er tad serliga við hesum heimagjørdu ljóðførunum.