ORKA hugtók á SPOT fríggjakvøldið

Fríggjakvøldið framførdi ORKA við Eivør á SPOT festivalinum í Århus, har bólkurin sang seg inn í hjørtini hjá ummælarunum Við ORKA á pallinum hetta kvøldið vóru franski Amelié komponisturin Yann Tiersen, sum bólkurin hevur arbeitt nógv saman við í seinastuni, og Eivør Pálsdóttir, sum nýliga er byrjað at framføra við bólkinum. Síðan Kári Sverrison fór úr bólkinum, hevur Eivør havt leiklutin sum forsangari, og hetta hevur verið vælmóttikið av ORKA fjepparum.

 

Framførslan gekk eftir øllum at døma væl, og jalig eru ummælini, ið eftir standa. Millum annað hevur ORKA fingið 5 av 6 stjørnum frá Gaffa.dk og 4 av 6 stjørnum frá Bandbase.dk.

 

Ummælarin Sara Bindeballe frá Gaffa skrivar millum annað soleiðis:

- Fimm stjørnur fyri tað imponerandi, fjølbroytta og lokkandi tilfarið ? og fyri tað altíð áhugaverdu upplivingina at hoyra tónleik, ið ikki verður framførdur á enskum.

 

Hvat er SPOT?

Í summar verða ORKA v/Eivør at síggja á gøtusandi, tá í ársins G! Festivalur fer av bakkastokki.

G! Festivalurin sigur soleiðis um SPOT festivalin á heimasíðu síni:

SPOT er størsti og kendasti danski sýnisglugga- og ráðstevnufestivalurin. SPOT savnar tað besta og mest spennandi nýggja úr Norðurlondum og sýnir tað fram fyri eini stórari fjøld av professionellum fólkum úr tónleikavinnuni og fjølmiðlunum úr øllum heiminum. Eini 2500 professionell fólk eru vanliga skrásett sum luttakarar, og harafturat koma so tey, sum keypa atgongumerkir.