Orka fyrr og nú

Í Savnsfagnaðinum í heystfrítíðini og vikuna eftir fer Føroya Fornminnissavn at vísa, hvørjar orkukeldur hava verið brúktar gjøgnum tíðirnar. Ymsastaðni í forvitnisliga savninum eru smáar framsýningar settar upp, sum vísa, hvussu hiti, flutningur og ljós hava broytt seg frá gomlum døgum til dagin í dag. Savnið er í sambandi við Savnsfagnaðin í heystfrítíðini opið millum kl. 11 og 16 frá mánadegnum 12. oktober til fríggjadagin 16. oktober. Tað er ókeypis at koma inn hesar dagarnar.