Ici d´ailleurs hevur júst útgivið plátuna hjá ORKA, Livandi oyða, í Fraklandi, Týsklandi og Italia. Ætlandi kemur plátan eisini út í Japan, Grikkalandi og USA seinni ORKA og Tutl skrivaðu í desember í fjør undir lisenseringssáttmála við franska plátufelagið Ici d´ailleurs. Ici d´ailleurs er millum mest respekteraðu indie-plátufeløgini í Fraklandi og standa m.a. fyri útgávum hjá Yann Tiersen, Variety Lab og Matt Elliott.
Ici d´ailleurs hevur júst útgivið plátuna hjá ORKA, Livandi oyða, í Fraklandi, Týsklandi og Italia, og ætlanin er at plátan eisini kemur út í Japan, Grikkalandi og USA seinni í ár. Tó at innihaldið er tað sama, sum á útgávuni, ið Tutl útgav í fjør, er nýggjur húsi sniðgivin, og umframt at vera útgivin á fløgu/DVD, er tónleikurin analogt re-mastraður og fæst nú eisini á 12? LP.
Tú kanst vitja Ici d´ailleurs her: www.icidailleurs.com__