Margarinfabrikkin var í fjør karmur um nógvar frálíkar konsertir og ætlanin er ikki at hava færri tiltøk í ár.
Ein av teimum heilt væl vitjaðu konsertunum í Margarinfabrikkini í fjør, var konsertin í desember við júst Orion. Øgiligt lív var í áskoðaranum. Manningin í Orion kemur av Skálafjørðinum og teir spæla harðan rock. Ókeypis atgongd er til tiltakið.