Orion sleipaður á Skála

Í kvøld eydnaðist at fáa Orion leysan, haðani hann hevur staðið í fjørðuni á Skálafirði í næstan tvær vikur, eftir at hann sleit í ódnini í næstsíðstu viku og rak á land.

Nógv hava stúrt fyri eini oljudálking, tí fitt av olju var í bátinum.

Men endin var so tann í kvøld, at sjógvurin varð pumpaður úr skipinum og tá lætnaði hann so mikið, at hann livdi.

Eftir at skipið varð kannað, setti Pressarin á Orion og fekk hann leysan aftur, uttan at oljan varð pumpað úr honum. Orion varð síðani sleipaður í øllum góðum at bryggju á Skála, har hann nú liggur, sum myndin vísur.