- Uha uha! Tá Jógvan kemur heim, skal hann bara vænta sær! Klokkan er hálvgum tólv, og tveir tíma langi fyrilesturin hjá reyðhærda sex-sjarmitrøllinum úr Keypmannahavn, Joan Ørting, er júst liðugur. Í gongini og á parkeringsplássinum á Hotel Føroyum standa kvinnur í øllum aldri og eftirmeta tey saftigu triksini, sum Joan hevur lagt teimum eina við at fara heim at royna. Summar tykjast hálvgum yvirgearaðar av øllum prátinum um vátar orgasmur, sproytiorgasmur, trýkantar, g-punkt og i-punkt (ella hvat hesi ymsu punktini nú eita). Tær allar flestu, eg tosi við, lata væl at fyrilestrinum. Øll – uttan ein skeptisk vinkona – venda tummilin uppeftir. Joan Ørting leveraði vøruna. Og Jógvan? Ja, hann kann bara vænta sær! Tað eru í øllum førum tey seinastu orðini, eg av misgáum hoyri úr mannamúgvuni, ella rættari sagt kvinnumúgvuni, tá eg fari av Hotel Føroyum um hálvgum tólv tíðina. Uppsangur til mannfólk Tiltakið byrjar kl. 20.00, og einar 500 kvinnur sita í stóra og stúgvandi fulla salinum og bíða. Og tá Joan Ørting seinni trínur á pall og spyr, hvussu eftir mannfólkunum, koma millum fimm og tíggju hendur til sjóndar. Og tað er spell, at so lítið testosteron er til staðar. Tí tað vísir seg, at innihaldið í fyrilestrinum hjá fólkakæra danska sexologinum er eins nógv stílað til menn sum til kvinnur. Vit mannfólk eru sambært Joan blindir yvirfyri kvinnuliga tørvinum. Vit eru ótilvitaðir um, hvat kvinnan vil hava. Vit vita ikki, hvussu ymiskar seksuellu preferansurnar eru. Og vit duga ov illa at mogga. Ella “mokka”, sum Joan tekur til, tá hon roynir seg á føroyskum og eftirfylgjandi láturin rungar í salinum. Fyri Joan Ørting er orgasma ein mannarættur. Og tað eru alt ov nógvir menn, sum gloyma kvinnuna og hennara rætt til eisini at koma. - Tað er bert ein lítil minniluti av kvinnum, sum koma av vanligari inn-út samlegu. Og um maðurin ikki er tilvitaður um hetta og eisini syrgja fyri henni, t.d. við at slikka hana eftir, at hann er komin, so kann kvinnan skjótt missa hugin, sigur Joan Ørting. Hon leggur afturat, at menn vanliga fáa sjokk, tá hon leggur teimum eina við at “minnast til” kvinnuna eftir, at teir sjálvir hava avgreitt sítt. Og føroysku kvinnurnar úti í salinum klappa og nikka samtykkjandi. Opinleiki Kvøldið byrjar við mótasýningum umboðandi Royal Hárfríðkan, Siri og Maluna á Lofti. Kvinnukroppar trína fram á pall og vísa nýggjasta mótan. Flott og frekt. Men við vánaligari ljósstýring og monotonum tónleiki. Síðani presenterar Elin í Stórustovu høvuðspersónin. Og tað gerst beinanvegin greitt, at Joan Ørting er ein entertainari av rang. Ein sjarmerandi, stuttlig og hjartalig kvinna, sum ein onkursvegna fellur fyri. Hóast hennara loysnir uppá eitt uppsteðgað kyns- og samlív onkuntíð tykjast lættar og bíligar. Og hóast hon kann vera ónuanserað og svørt-hvít, tá hon t.d. lýsir munin millum kynini, er fyrilestur hennara áhugaverdur. Og ikki minst stuttligur. Joan tosar um ta óndu ringrásina, tá romantikkurin, kynshugurin og kærleiksneistin ikki eru annað enn góð minni frá eini farnari tíð. Hon tosar týðiliga til eitt vaksið – fyri ikki at siga eldrið – publikum. Til fólk, sum ikki longur ganga í illum. Til tann aldursbólkin, har sex ikki longur er nakað, sum kemur av sær sjálvum. - Í einum gerandisdegi við nógvum arbeiði, strongd og mongum pliktum kann tað vera trupult at varðveita ta kynsligu dimensiónina. Fólk missa hugin til sex. Og nýggjastu kanningarnar vísa eisini, at triðja hvør kvinna í Danmark heilt einfalt ikki hevur hug til sex. Tí mugu vit arbeiða aktivt við seksualitetinum, um vit vilja uppliva eitt ríkt kynslív, sigur Joan Ørting. Og fremsta ráðið til tær 500 kvinnurnar á Hotel Føroyum er, at tær skulu tora at opna seg. - Tað mest attraktiva fyri ein mann er ikki okkara reyv ella boppur. Tað mest attraktiva fyri eitt mannfólk er ein opin kvinna. Ein kvinna, sum letur seg upp, sendir femininar strálur út, og tað fangar eitt og hvørt mannfólk, greiðir Joan frá. Men hvat er tað at vera opin? Jú, tað er at vera í sínum kroppi. Tað er at lurta eftir kroppinum og liva í samljóði við kroppin. Og tá kvinnan so er farin úr høvdi í kropp, ræður tað um at bjóða manninum við á hesa somu ferð. - Tá maðurin kemur heim eftir ein strævnan arbeiðsdag, eiga vit kvinnur av og á at fara frá frikadellunum á pannuni og út í durin at geva honum eina heita og erotisku móttøku, sigur Joan Ørting, meðan hon á pallinum kropsliga illustrerar eitt blow-job. Við tempo og teknikki, meðan láturin í salinum rungar. Reyði tráðurin er, at vit skulu tora at vera meiri kroppur og minni høvd. Tí eitt ríkt kynslív kemur ikki av sær sjálvum. Men møguleikarnir fyri at menna títt kynslív eru mangir. Um vit bert tora. Og um vit bert vilja. Oral, anal og urin Joan Ørting leggur dent á, at tað eru “smálutirnir” í gerandisdegnum, sum broyta heildina. Ein gáva. Eitt lítið signal um, at “eg seti prís uppá teg”. Ella spontant oralsex. Og føroysku kvinnurnar flenna í kíki, tá Joan Ørting við sínum kropsmáli illustrerar eina ella aðra komiska støðu. Sum t.d. tá hon heilt óvæntað fær sperm í eyguni og skal til arbeiðis næsta morgun við eygnabruna. Ella hvussu tað er at fáa hann í reyvina, tá tað ikki kennist væl. Í steðginum verður borðreitt við frukt og víni, meðan Joan gongur runt við eini kurv, har spurnarlepar frá áhoyrarum skulu í. Og eftir steðgin fer hon so at svara spurningum, sum snúgva seg um alt frá analsex, oralsex og urinsex til trýkantar, orgasmur og vantandi hug til sex. Og tá allir hesir spurningar skulu gjøgnumgangast, gerst framløgan samstundis óstrukturerað og heldur spontan. Flestu spurningarnir snúgva seg tó um sjálvsálit í songini. Ella rættari sagt um vantandi sjálvsálit. Og tað gevur Joan Ørting sær stundir til at tosa um. - Sjálvsálit er ein fortreyt fyri einum góðum kynslívi. Og tað fáa vit við at tora at vera opnar og insistera uppá okkara rætt til eitt gott sexlív. Tað fáa vit við at bróta tabu og risikera nakað. Tað fáa vit gjøgnum eitt sunt samskifti við okkara maka. Bara á henda hátt fáa vit dirvið til at kasta okkum út í kærleikan, sigur Joan Ørting. Tá Jógvan kemur... Tíverri vóru bert stundir til nakrar fáar spurningar, so var liðugt. Og Tá Joan Ørting takkaði fyri seg, rungaðu lógvabrestirnir frá eini standandi áhoyrarafjøld. So var liðugt, og kvinnurnar fóru hvør til sítt. Allarhelst við nýggjum íblástri. Og forrestin kann ein ella annar Jógvan glaða seg til at koma heim... Fakta Joan Ørting er fødd í 1960 og útbúgvin sexologur, kognitivur terapeutur, life-coach og meditatiónslærari. Hon er brævkassaredaktørur á Ekstrablaðnum, hevur sjónvarpssendingar (seinasta var Sexskolen á TV3) og skrivar bøkur um kyns- og samlív. Hon hevur sína egnu sexolog-útbúgving og parterapi-útbúgving og starvast eisini sum privatur terapeutur









