»Ordiligar« kavaflykrur í Fuglafirði

– Tá eg fór út eftir barnavogninum í morgun sá eg hesar sjáldsomu kavaflykrur á vogninum. Eg helt tær vera so serligar, at eg mátti taka myndir av teimum.

 

Soleiðis sigur Thomina Hanna í Lon í Fuglafirði.

 

Hon segði, at tað sum so ikki hevði kavað, men hesar flykrurnar vóru so dotnar niður og ledar á vogninum.

 

– Og tær hava júst skapið av kavaflykrum, sum vit kenna úr filmum og tekningum, sigur hon.