Ordiliga »vell« at hava breyt

Sosialurin hevur verið og vitjað handverk- og listarbreytina í Ósáskúlanum í Klaksvík

Veðrið er heldur ófýsligt henda morgunin Sosialurin er og vitjar í Ósáskúlanum. Í dag hava 10. flokkarnir breytir ? ávíkavist miðlabreyt, handverk og list, ítróttarbreyt og húsarhaldsbreyt.
Tey, ið hava valt breytina, ið eitur handverk og list, halda til í Advokathúsinum, sum liggur beint við síðuna av sjálvum skúlanum. Hetta kemst av stóra plásstrotinum á skúlanum, tí ikki er pláss fyri øllum næmingunum.
Handverk- og listarbreytin hevur arbeitt við ymsum evnum síðani byrjanina av skúlaárinum. Arbeitt hevur verið millum annað við kollasjumyndum, litlæru og nógvum øðrum, og hesuferð er evnið lýsingar.
Seinast næmingarnir høvdu breyt, arbeiddu teir við klipp og skræð myndum, og fyri at arbeiða víðari innan hetta økið, verður hesuferð dentur lagdur á lýsingar.

Øðrvísi
Sjálvt um stórur partur av undirvísingini í dag var heldur »turrislig«, so vóru næmingarnir ógvuliga áhugaðir. Lærararnir Tala Black og Bergljót Johannessen greiddu frá um lýsingar og ávirkanina tær hava á keyparan. Sjálvt um næmingarnir teir báðu fyrstu tímarnar av breytini í dag, ikki beinleiðis høvdu so nógv annað at gera enn at lurta, so var áhugin stórur.
Næmingarnir eru væl við í tímanum, og svara og nýta hugflogið, sum best ber til. Tað krevur rættiliga nógv av teimum, at skula svarað upp á allar spurningarnar lærarin kemur við, men hóast tað missa teir ikki mótið.
Sjálvt um teir noyðast at sita niðri í eini tveir tímar, so tykist hetta ikki at nerva teir.
? Grundin til, at vit hava valt hesa breytina er, at tað ljóðaði spennandi. Ein sleppur at gera nógv handaligt, vit sleppa út og so hava vit heldur ongi skúlating, siga næmingarnir.
? Tær noyðist ikki beinleiðis at vera kreativur fyri at vera á hesari breytini, men tað er avgjørt ein fyrimunur.

Krevjandi
At hava breytir í fólkaskúlanum er nakað rættiliga nýtt. Fyri fáum árum síðani var onki, ið æt breyt, men við hesum sleppa næmingarnir frá tí vanliga undirvísingarhættinum, og verða aktiveraðir á ein heilt annan hátt enn vanligt.
Tá tveir tímar vóru farnir við at tosa um lýsingar, sluppu næmingarnir út til ein steðg og aftaná steðgin skuldu teir sjálvir gera nakrar lýsingar.
? Nú fara teir at arbeiða við lýsingum til eina kafé, sum teir skulu hava um hálvan november. Ætlanin er, at teir skulu sjálvir hugsa um alt, sum skal vera á kaféini. Innrætting, litir, pynt og annað, siga lærararnir, Tala Black og Bergljót Johannessen.
Næmingarnir hava fyrr í ár verið niðri í fjøruni og heintað ymiskt, sum nú turkar og seinni skulu teir gera dekoratiónir burturúr hesum til at pynta kaféina við. Hinar breytirnar vera so eisini bjóðaðir á kaféina at síggja, hvat handverk- og listarbreytin hevur fingið burturúr.
? At undirvísa í breytum er nógv meira krevjandi enn at undivísa vanligt. Tað krevur meira av læraranum og eisini skalt tú vera meira kreativur enn vanligt. Men vit halda, at tað er ógvuliga spennandi og okkum dámar tað væl, siga tær báðar, sum vísa á, at eisini tær læra nógv við hesum slagnum av undirvísing.
Tala og Bergljót halda, at flestu næmingarnir eru ógvuliga áhugaðir í breytini.
? Tað verða altíð nakrir, sum ikki eru eins áhugaðir, og hinir, men samanumtikið, so koma teir væl frá tí.
Teimum báðum lærarindunum dámar væl henda nýggja undirvísingarháttin, og halda, at hetta er ein avbjóðandi máti at undirvísa upp á.