Ordiliga spentar til alt!

Tríggir av gestunum á ársins G! festivali eru Erla Jarnskor og Ritva Bárðardóttir úr Syðrugøtu og Vár Jacobsen úr Vestmanna, sum er í Gøtu og vitjar systkinabarn sítt, Ritvu. Tá portalurin hitti tær, vóru tær á veg oman í bygdina at fáa sær armbond.

 

"Eg haldi, at eg havi verið til allar festivalarnar uttan tann í fjør," sigur Ritva, ið er 9 ára gomul.

 

"Tá var eg," er 9 ára gamla Erla skjót at svara, "eg plagi eisini altíð at vera. Nú er festivalurin jú her, sum vit búgva, so tað er ikki so langt oman."

 

"Eg havi ikki verið líka ofta sum tær báðar. Hetta er triðu ferð hjá mær," sigur 11 ára gamla Vár.

 

Spurdar um, hvat tær eru mest spentar uppá, eru tær allar samdar um, at tær eru ordiliga spentar til alt.