Eg tordi ikki at rokna við tí, men eg hevði vónað tað, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen, sum megnaði at gerast nummar fýra á listanum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið í gjár Hon kom sum snarljós av klárum himni.
Tjóðveldi hevur til valið hesaferð megnað at fingið kvinnurnar í fremstu røð, sum valúrslitið eisini vísir.
Tað hevði verið óhugsandi, at nakar annar á listanum enn Høgni Hoydal gjørdist nummar eitt, men at tríggjar kvinnur skuldu taka tey trý fylgjandi plássini var kanska eitt sindur meiri óvæntað. Og fyri Bergtóru H. Joensen var tað langt frá givið, at hon skuldi gerast nummar fýra á listanum.
Nú søgdu veljarakanningarnar gamaní, at eg fór at koma á ting, men tað var samstundis so stór óvissa í teimum, at eg langt frá tordi at taka tað sum góða vøru. Eg roknaði við, at fimm fólk á listanum vóru sikkur, Høgni, Annita, Bjørt, Sjúrður og Tobbi. So fór stríðið at standa millum eini 10 onnur um, hvør slapp inn aftrat, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen við Portalin.
Hon tordi als ikki at hugsa tankan, at hon skuldi enda so frammarliga, og enntá framman fyri valevni sum Sjúrð Skaale og Torbjørn Jacobsen.
Tað er ordiliga kuul, sum hon tekur til.
Hon heldur eisini, at tað, at Føroyar í dag eru eitt valdømi hevur gjørt, at hon kom inn.
Øll tey trý, sum eru framman fyri meg, eru úr Suðurstreym. Og sum eg havi skilt tað, so hevði nummar fýra á listanum í Suðurstreymi ikki komið inn, var gamla valskipanin í gildi, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Lesið alla samrøðuna við Bergtóru í Sosialinum í morgin.